Umhvørvisstovan hevur nógvar ymsar kortdátur, ið tú kanst heinta niður á tína egnu teldu. Les brúkstreytirnar her.
Dáturnar eru bólkaðar í fimm høvuðsbólkar: Strikukort (vektorkort), myndakort (herundir fjar- og nærmyndir), topografisk kort, hæddarmodell og skuggakort.
Strikukort kunnu heintast sum DWG ella sum FGDB
Myndakort eru sonevnd ortofoto og eru býtt í fjar- og nærmyndir.
Topografisk kort eru føroyakort í støddunum 1:1.000.000, 1:500.000, 1:100.000 og 1:20.000.
Fyrisitingarlig kort eru yvirlitskort í PDF sniði, ið vísa t.d. kommunumørk, markatalsbygdir, postnummur o.a., ið verður nýtt í fyrisitingarligum høpi.
DSM hæddarmodell eru hæddarmodell í trimum ymsum upploysnum.
Dátur á sjónum eru eitt 50m dýpdarnet og yvirlitskort við dýpdakurvum.
Skuggakort eru sokallaði hillshade kort.
Allar dátur verða javnan dagførdar, og nýggjar dátur verða regluliga lagdar afturat (m.a. nýggj strikukort at taka niður).
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.