Strikukort (vektorkort) kunnu heintast antin sum DWG ella sum FGDB

  • DWG er eitt CAD format, og er tí ætlað forritum sum AutoCad og Microstation
  • FGDB er ein fílgeodatabasa, sum er eitt GIS format, ið ArcGIS brúkar. Hetta formatið kann opnast við m.a. ArcGIS og QGIS. QGIS er eitt ókeypis open source GIS forrit. Kort í FGDB formati innihalda ikki bara sjálva tekningina, men eisini fleiri ymsar upplýsingar um hvønn lut.

Strikukortini eru í FOTM krosskipanini, og tú kanst heinta tey beinleiðis frá einum av talvunum niðanfyri.

Adressur
Adressur

Um adressur

Adressur innihalda upplýsingar um landsadressur. Adressur er eitt livandi tema, og broytingar verða gjørdar næstan dagliga.

Dagføringartíttleiki:

Dagliga

Innihald:

  • Húsanr (punkt)
  • Adressueindir (talva)
Bygdir
Bygdir

Um bygdir

Hetta temað vísir bygdirnar í Føroyum. Broytingar koma sera sjáldan fyri.

Dagføringartíttleiki:

Sera sjáldan

Innihald:

  • Bygdir (punkt)
Bygningar
Bygningar

Um bygningar

Hetta temað er partur av lendiskortinum, tvs. bygningar fáast eisini við at heinta lendiskortið.

Bygningar verða dagførdir javnan, og flestu teirra eru uppmáldir ella teknaðir fotogrammetriskt útfrá flogmyndum. Flestu bygningarnir eru í 2.5D.

Dagføringartíttleiki:

Mánaðarliga

Innihald:

  • Bygningar (øki)
Fyrisitingarlig kort
Fyrisitingarlig kort

Um fyrisitingarlig kort

Fyrisitingarlig kort vísa t.d. strandalinju, kommunur, postøki, prestagjøld o.a. Hesi kort broytast ikki ofta, bara tá t.d. kommunur leggja saman og tílíkt.

Dagføringartíttleiki:

Sjáldan

Innihald:

  • Kirkjusóknir (øki)
  • Kommunur (øki)
  • Markatalsbygdir (øki)
  • Oyggjar (øki)
  • Postøki (øki)
  • Prestagjøld (øki)
  • Sýslur (øki)
Lendiskort
Lendiskort

Um lendiskort

Lendiskortið er kent sum bakgrundskort frá kortalinum. Tað inniheldur bygningar, vegir, brúksøki, áir, vøtn og oyggjar. Broytingar verða javnan gjørdar - serliga í bygningum og vegum.

Dagføringartíttleiki:

Mánaðarliga

Innihald:

  • Bygningar
  • Lendiskort brúksøki (t.d. bygt øki, ítróttarøki, parkeringsøki, o.s.f.)
  • Lendiskort linjur (áarmiðjur)
  • Vegir
  • Oyggjar
  • Strandalinja
Matrikulkort
Matrikulkort

Um matrikulkort

Matrikulkortið inniheldur matriklar og upplýsingar um matriklar.
Matrikul er eitt livandi tema, og broytingar verða gjørdar dagliga.

DWG fílurnar eru talmerktar eftir markatalsbygdum, sum síggjast í PDF skjalinum her.

Matrikulkortið er einans eitt yvirlitskort. Fyri at fáa neyvar upplýsningar um mark, er neyðugt at seta seg í samband við Matrikuldeildina á us@us.fo ella tlf. 342400

Dagføringartíttleiki:

Dagliga

Innihald:

  • Matriklar (øki)
  • Servituttur (linjur)
Staðarnøvn
Staðarnøvn

Um staðarnøvn

Staðarnøvn innihalda upplýsingar um staðarnøvn í Føroyum.
Hetta er eitt tema, sum í løtuni ikki er livandi, men væntast kann, at tað gerst meira livandi næstu árini.

Dagføringartíttleiki:

Sjáldan

Innihald:

  • Staðarnøvn (punkt)
  • Staðarnøvn (øki)
2m hæddarkurvar frá 2009
2m hæddarkurvar frá 2009

Um 2m hæddarkurvar

Hæddarkurvarnar eru grundaðar á flogmyndir, sum vórðu tiknar í 2009. Góðskan á kurvunum er mett til at vera 0.7m, men í bygdum økjum kann góðskan vera verri - serliga í tætt bygdum økjum.

Fyri at minka um fílustøddina, eru fílurnar býttar í oyggjar.

GG: Av tí at tað ikki eydnaðist at fáa myndir av Fugloy, Svínoy og Viðoy í 2009, eru heldur ongar 2m kurvar fyri hesar oyggjar. Víst verður til hæddarmodel (DSM 2017) undir Onnur rastukort

Dagføringartíttleiki:

Sjáldan

Innihald:

  • 2m hæddarkurvar

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður