Trý kort við ymiskum innihaldi eru av topografiska kortinum (F1000 2023), sum eru egnað at vera prentað í A6 og A5 stødd. Kortini eru vælegnað at brúka í bókum sum yvirlitskort.
- Lutfall: 1:1.000.000
- Pappírstødd: A6 og A5
- Fílusnið: JPG
Topografisk kort eru kort, sum lýsa tað, sum er oman á jørðini. Kortið í 1:20.000 inniheldur náttúrusløg so sum vøtn, áir, bø, mýrulendi og menniskjaskaptar lutir so sum vegir, bygningar, bygt øki og grótbrot. Haraftrat inniheldur kortið hæddarupplýsingar, vanliga hæddarstrikur og hæddarpunkt. Staðarnøvn eru eisini ein týdningarmikil partur av topografiska kortinum. Kortið í 1:1.000.000 inniheldur einans oyggjar.
Topografiska kortið er tað kortið, ið vit kenna best frá prentaðum eintøkum. Talvan niðanfyri visir sambandið millum lutfall, longdina av Føroyum og pappírsstødd.
Lutfall | Longd (cm) | Pappírs stødd |
1:1.000.000 | 12 | A6 |
1:600.000 | 20 | A5 |
1:500.000 | 24 | A4 |
1:300.000 | 40 | A3 |
1:200.000 | 60 | A2 |
1:150.000 | 80 | A1 |
1:100.000 | 120 | A0 |
1:20.000 | 600 |
Niðanfyri kanst tú velja ímillum ymsar útgávur og støddir av topografiska kortinum.
Trý kort við ymiskum innihaldi eru av topografiska kortinum (F1000 2023), sum eru egnað at vera prentað í A6 og A5 stødd. Kortini eru vælegnað at brúka í bókum sum yvirlitskort.
Dagføringartíttleiki:
Verður sjáldan dagført
Innihald:
Topografiska kortið (F500 2023) er eitt einfalt føroyakort sum er egnað at vera prentað í A4 og A3 stødd.
Dagføringartíttleiki:
Verður sjáldan dagført
Innihald:
Topografiskt kort frá 2024
Dagføringartíttleiki:
Verður sjáldan dagført
Innihald:
Topografiskt kort frá 2022
Dagføringartíttleiki:
Verður sjáldan dagført
Innihald:
Kortið varð upprunaliga útgivið av Føroya Dátusavni og Námi í 2014. Henda útgáva er tó dagførd av Umhvørvisstovuni fram til 2021. Kortið verður ikki dagført longur.
Dagføringartíttleiki:
Verður ikki dagført
Innihald:
Topografiska kortið (útg. 4.0) er gjørt eftir myndakorti framleitt úr fylgisveinamyndum frá tíðarskeiðinum 2013 - 2015. Fylgisveinamyndin sæst her, bæði við vanligum litum og infrareyð.
Tvær fílur við sama innihaldi kunnu takast niður:
Dagføringartíttleiki:
Verður ikki dagført
Innihald:
Kortfílan er í zip sniði og inniheldur kort í trimum støddum:
Dagføringartíttleiki:
Innihald:
Her finnast øll tey søguligu kortini av Føroyum frá 1895 til 2013. Talan er um yvir 600 topografisk kort.
Innihald:
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.