Føroyska dýpdarmodellið (FODM50_2024) er eitt talgilt bathymetriskt modell, innanfyri 61°18’N 007°47’W og 62°25’N 006°02’W, sum samsvarar við sjókortini 82 og 83. Modellið hevur eina net upploysn á 50 metrar og er grundað á hydrografiskt uppmáldar dátur og søguligar keldur.
Modellið er framleitt við at brúka eitt regluliga skipað net við einari upploysn á 50 metrar og við at brúka rætta staðseting av útvaldum dýpdum innan netøkið. Horisontalt datum er ETRS89. Vertikalt datum er lægsta astronomiska fjøra (LAT). Økið er avmarkað millum 61°18’N 007°47’W og 62°25’N 006°02’W, og strandalinjuna, sum hon sær út í kortstøddini 1:100.000.
Útvalið av dýpdum er grundað á eina raðfestingar-meginreglu, so at dátur frá nýggjum dátusettum verða valdar fram um søguligar keldur (t.d. multibeam framum singlebeam uppmátingar). Síðani er minsta dýpið innanfyri 50 metra netið valt sum dýpi. Er onki uppmált punkt innanfyri 50 metra netið, verður ein dýpið ásett við interpolering til miðjuna á 50 metra fýrkantinum. Modellið inniheldur 4.0 mió. dýpdarpunkt, harav 1.5 mió. máldar dýpdir og 2.5 mió. interpoleraðar dýpdir.
Upprunaligu bathymetrisku dátusettini eru lýst í hjálparløgum fyri at veita upplýsingar um tær bathymetrisku keldurnar, sum eru nýttar til FODM50_2024.
Dýpdardáturnar mugu ikki brúkast at sigla eftir.
Modellið er tøkt á https://www.foroyakort.fo/tak-datur-nidur. Dýpdarmodellið kann heintast sum GeoTIFF fílur í Faroe TM / ETRS89 projektion (FOTM) (EPSG:5316). Modellið er eisini tøkt sum ein xyz fíla.
Modellið inniheldur tvey løg:
• FODM2024_50m_Depth.TIF: Høvuðslagið, sum inniheldur dýpdarvirðir (í metrum)
• FODM2024_50m_Int.TIF: Eitt hjálparlag, sum veitir upplýsingar um dátukeldurnar, sum annaðhvørt SingleBeam/Multibeam (0) ella Interpolerað (1)
Umhvørvisstovan hevur upphavsrættin til føroyska dýpdarmodellið. Vinarliga sí treytir og ásetingar.
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.