Nýtt myndakort av Tórshavn

06-11-2019

Tórshavnar kommuna skrivar í dag soleiðis:

Nú ber til at síggja, hvussu rundkoyringin Smílið á Landavegnum, útbyggingin av Tórshavnar Havn, nýggi Musikkskúlin, kirkjugarðurin í Hoyvík og nógv annað sær út úr luftini. Tórshavnar kommuna hevur í ár avmyndað Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes og Sund við dronu og framleitt myndakort av avmyndaðu økjunum. Umframt hetta vóru myndir eisini tiknar í óbygdum økjum, og tískil ber eisini til at síggja Rossagøtuna, viðarlundina í Havnardali, vindmyllurnar í Húsahaga í stórari upploysn – ja, betri upploysn enn nakrantíð áður. Fýra ár eru liðin, síðani Tórshavnar kommuna seinast varð avmyndað. Myndakortini eru at síggja á ymiskum kortum hjá Tórshavnar kommunu og eisini á føroyakortinum, sum fyrr æt Kortal. Áleið 30,000 myndir vórðu tiknar í tíðarskeiðinum frá juni – oktobur, men flestu myndirnar eru tiknar í juli og august.
Ætlanin er at gera nýggj myndakort av øllum bygdum í kommununi annaðhvørt ár. Aðrar bygdir í kommununi, sum ikki eru avmyndaðar í ár, hava enn myndakort frá 2017. Eftir ætlan verða nýggjar myndir tiknar av hesum økjunum longu næsta ár.

Umhvørvisstovan hevur gjørt avtalu við Tórshavnar kommunu um, at nýggju myndakortini kunnu síggjast á kort.foroyakort.fo. Um tú vilt taka nýggja myndakortið niður á egna teldu, mást tú seta teg í samband við Tórshavnar kommunu.

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður