Nýtt stakkort við veganøvnum og húsanr. er nú tøkt her á síðuni undir 'Stakkort'. Kortið kallast "Adressur í Føroyum".
Á kortinum eru ymsu vegirnir vístir við hvør sínum liti, so lætt ber til at síggja, hvar ein vegur byrjar, og hvar hann endar.
Húsanr. eru somuleiðis víst við ymiskum litum, sum samsvara við litirnar á vegunum. Hetta ger tað lætt at síggja, hvønn veg eitt húsanr. hoyrir til.
Veljast kann ímillum ymisk bakgrundskort og tendrast kann fyri matriklunum.
Kortið kann vera ein hjálp fyri kommunur, tá nýggj húsanr. og nýggir vegir skulu stovnast. Somuleiðis gevur kortið vanligum fólki eitt gott yvirlit yvir adressurnar.
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.