Nýggj myndakort frá vári og sumri 2022

29-06-2022

Nýggj myndakort, sum eru tikin í vár og í summar 2022, eru nú tøk á Kortalinum.
Talan er um hesi støð:

  • Múli
  • Hvannasund, Norðdepil, Depil
  • Norðtoftir
  • Árnafjørður
  • Klaksvík, Ánirnar, Norðoyri
  • Haraldssund, Kunoy
  • Skálafjørður
  • Kirkjubøur
  • Skálavík

Hetta er fyrstu ferð, at myndakort frá dronu av Múla eru á Kortalinum. Gomlu myndirnar vóru flogmyndir frá 2004.
Hóast tað bert eru 2 ár síðani at Klaksvík bleiv avmyndað, sæst, at nógv virksemi er har.
Stórar broytingar síggjast í Árnafirði nú tunnilsarbeiðið er í gongd.
Somuleiðis sæst at stórar broytingar eru á Norðtoftum.

Um tú vilt hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á us@us.fo ella á tlf. 342400

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður