Umhvørvisstovan skal gera eitt savn, har allar dátur og vitan um okkara náttúru, so sum útbreiðsla av djóra- og plantusløgum, skulu miðsavnast og gerast atkomuligar fyri øll. Sum tað fyrsta, ið verður almannakunngjørt, er eitt náttúrukort, sum er lagt út á Føroyakort.fo. Her sæst, hvar lyngheiðar, vátlendi og onnur sløg av føroyskari náttúru eru í landinum. Kortið varð upprunaliga gjørt til bókina “Føroya Náttúra – Lívfrøðiligt margfeldi”, og er nú talgilt og alment.
Kortið vísir Føroyar deildar upp í seks lendissløg. Væntandi fer kortið at hava áhuga hjá gongufólki og ferðavinnu, men eisini hjá kommunum, landbúnaði og øðrum, sum gagnnýta jørðina. Og ikki minst hjá eini framtíðar náttúrufyrisiting, sum ætlandi skal ansa eftir lívfrøðiliga margfeldinum í Føroyum.
Kortið byggir á upplýsingar, sum eru savnaðir inn fyri nøkrum árum síðani, og ein nýggj støðulýsing av, hvørji lendissløg vit hava hvar, er tí væntandi. Serliga áhugavert er at fylgja við, hvussu stendur til við lyngheiðunum og vátlendinum, sum eru okkara sjáldsamastu lendissløg, har stórt margfeldi er.
Broytingar í lendi og lendisnýtslu eru millum høvuðsatvoldir til, at sløgini av plantum og djórum fækka - at vit missa margfeldi. Tí hevur tað stóran týdning at fáa glið á arbeiðið at lýsa føroyskt lendi og lendisnýtslu. Hetta krevur breitt og tvørfakligt samstarv millum serfrøðingar innan plantur, vistfrøði, ferðavinnu og landbúnað.
Kortið kann síggjast á www.foroyakort.fo, far inn á høvuðskortið og tendra lagið “náttúrumargfeldi”.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á us@us.fo ella á tlf. 342400
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.