Kringsýnismyndir eru nú tøkar á Kortal í fleiri býum og bygdum. Í løtuni eru myndir úr Eysturoy, Streymoy og Vágum, men altsamt fleiri støð leggjast aftrat.
Kringsýnismyndirnar eru tiknar við dronum. Tórshavnar kommuna fór undir at avmynda kommununa longu í 2019, og frá 2023 fór Umhvørvisstovan í holt við at avmynda aðrar býir og bygdir í landinum.
Kringsýnismyndir eru samansettar, so til ber at síggja myndir runt allan sjónarringin. Til ber bæði at suma og panorera í myndunum.
Í videobrotinum sæst, hvussu kringsýnismyndirnar fáast fram á kortal.fo.
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.