Dagførd útgáva av topografiska kortinum

28-09-2021

Topografiska kortið, sum er tøkt á kort.foroyakort.fo, er nú dagført við bygningum og vegum. Haraftrat eru nú eisini hagagøtur, varðar, hamrar og gjáir við á kortinum. Somuleiðis hevur kortið nú fingið nýtt snið.

Tað var í 2019 at Føroyar yvirtóku kortleggingina á landi. Nýggjasta kortið tá var fjórða útgávan (Útgáva 4.0) av topografiska kortinum, sum var framleidd av SDFE (Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering) í Danmark úr fylgisveinamyndum frá 2015. Kortið var einans talgilt og ikki prentað í lutfallinum 1:20.000, sum áður hevur verið vanligt við eldri útgávunum.

Seinastu mánaðirnar hevur Umhvørvisstovan arbeitt við at betra um og dagføra kortið, sum nú er útkomið í útgávu 4.8.

Fyri at gera tað lættari at síggja ymisku upplýsingarnar á kortinum, so sum staðarnøvn og lendissløg, er sniðið eisini broytt. Teknlýsing sæst á Føroyakort:
www.foroyakort.fo/um-foroyakort/teknlysingar/
Ætlanin við nýggja sniðinum er eisini at fáa kortið at virka meira dynamiskt á netinum, so kortið kann vísast í ymsum støddum.

Her eru nøkur dømi um broytingar, sum higartil eru gjørdar:

  • Varðar og hagagøtur eru nú við á kortinum
  • Hamrar og gjáir eru nú við á kortinum
  • Bygningar verða nú støðugt dagførdir úr bygningsskránni hjá Umhvørvisstovuni
  • Vegir verða nú støðugt dagførdir úr vegaskránni hjá Umhvørvisstovuni eins og nýggj flokking er gjørd
  • Vindmyllur og luftleiðingar verða nú heintaðar frá dagførdum keldum
  • Tyrlupallar eru dagførdir

Arbeitt verður framhaldandi við at betra og dagføra kortið.

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður