Nærmyndir eru myndir, sum eru tiknar við flogfari ella dronu og hava hægri upploysn, sum ger, at fleiri smálutir kunnu síggjast á myndunum. Fyrstu nærmyndirnar vórðu tiknar við flogfari í 1-3 km hædd. Úrslitið var ein upploysn á 10-20cm. Tvs. um upploysnin er 10cm, so svarar ein pixel á myndini til 10x10 cm.
Í dag verða nærmyndir tiknar við dronum. Fyrstu dronumyndirnar vórðu tiknar av COWI í 2015. Dronur hava gjørt tað møguligt at taka myndir regluligari, tí tað ikki órógvar líka nógv, um tað er yvirskýggjað, tá dronan ikki er líka langt uppi sum eitt flogfar er. Harafturat skal eitt flogfar bíleggjast 1-2 dagar frammanundan, og tí er sera trupult at vita við vissu, hvussu veðrið verður.
Aftaná at fyrstu royndirnar við dronum eydnaðust væl, gjørdi Umhvørvisstovan av at ogna sær sína egnu dronu. Umhvørvisstovan hevur sett sum mál at avmynda hvørja bygd og hvønn bý í landinum 3.-4. hvørt ár.
Myndirnar eru í FOTM krosskipanini. Til ber at trýsta á kortið niðanfyri og fáa beinleiðis leinkju til at taka myndakort niður, ella tú kanst heinta frá talvuni undir kortinum.
Vit mæla til, at myndir verða heintaðar á teldum og ikki á snildfonum ella teldlum. Myndirnar eru stórar og innihalda upplýsingar um staðseting. Hetta merkir, at tær kunnu opnast í kort forritum sum t.d. ArcGIS, Autocad og líknandi, og at tær leggja seg rætt.
Nýggjastu myndakortini í Tórshavnar kommunu kunnu takast niður her:
https://gis.torshavn.fo/heinta_kortdata/
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.