Tann 16. mai 2009 eydnaðist at taka flogmyndir í 6km hædd av næstan øllum landinum. Einastu støðini, har tað ikki eydnaðist, var í Fugloy og í pørtum av Svínoy og Viðoy.
Í 2016 varð aftur ein roynd gjørd, og tá eydnaðist at taka flogmyndir av Mykinesi og næstan øllum Vágum.
Myndirnar eru í FOTM krosskipanini., og av tí at tær fylla nógv, eru tær býttar sundur í smærri øki, soleiðis sum kortið niðanfyri vísir.
Til ber at trýsta á kortið og fáa beinleiðis leinkju til at taka myndakort niður, ella tú kanst heinta frá talvuni undir kortinum.
Vit mæla til, at myndir verða heintaðar á teldum og ikki á snildfonum ella teldlum. Myndirnar eru stórar og innihalda upplýsingar um staðseting. Hetta merkir, at tær kunnu opnast í forritum sum t.d. ArcGIS, Autocad og líknandi, og at tær leggja seg rætt.
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.